Húsanummur
Møguleikarnir eru nógvir og hvørt húsanummar verður gjørt í samráð við keyparan, tí ber ikki til beinleiðis at bíleggja á heimasíðuni, men niðanfyri er eitt yvirlit, sum vónandi ger tað lættari hjá tykkum at spora tykkum inn á, hvat húsanummar tit kundu ynskt tykkum, hvat motiv, hvat tilfar og hvør stødd.
Húsanummurini fáast í rustaðum stáli ella rustfríum stáli. Rustfrítt stál kann svartlakerast, tá kostar tað 150,- omaná prísin fyri eitt rustfrítt húsanummar.
Støddirnar eru sera ymiskar. Mest vanligt liggja tey ímillum 30 og 50 cm høg, tó eru tey gjørd bæði 10 cm høg og 90 cm høg. Tað er upp til tykkara, men eisini hava motiv og tilfar ávirkan á, hvussu smá tey kunna vera.
Vegna hækkandi stál, el og flutningsprísir er prísurin fyri húsanummurini hækkaður munandi. Fyrr lá mest vanligi prísurin millum 1300-1600 krónur, men hetta skal roknast við at vera pent hægri í 2022.
Tá tit bíleggja húsanummur tørvar mær at vita:
tilfar: rust ella rustfrítt, og evt um tað er svartmálað rustfrítt?
motiv: hvat skal vera á húsanummarinum, er tað ein makrelur, ein lundi, ein trøllakambur hjá WH, ella okkurt heilt annað?
tal: húsanummari sjálvt og evt vegnavn ella eftirnavn?
stødd: ca hvør skal støddin vera?
telefonnummar: eg fyritrekki at tosa við kundan, áðrenn eg fari at tekna.
Bíleggingar skula helst gerast við at senda ein teldupost til shisabrand@gmail.com